Ongi úrslit

Italia krevur tiltøk móti Spania eftir migratiónskreppu

Finnland hevur eisini talað at

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Ósemja er kyknað innanhýsis í Evropa, eftir at Italia hevur kravt harðari tiltøk móti Spania. Hetta orsakað av stóru migratiónskreppuni í spanska økinum Ceuta

Italia heldur, at Spania ikki hevur tryggjað uttara ES-markið nóg væl, og hevur víst á møguleikan fyri at seta spanska Schengen-limaskapin undir trýst.

Finnland hevur eisini talað at Spania og sigur, at landið hevur ikki megnað at verja uttara markið hjá Europa nóg væl.

Finska stjórnin heldur, at støðan í Ceuta vísir, at ES hevur tørv á at styrkja marknaeftirlitið fyri at verja Schengen-økið.

Spanska stjórnin hevur avvíst atfinningunum og sigur, at landið bert fylgir ES-reglum og arbeiðir saman við øðrum londum fyri at handfara migratiónina.

Serfrøðingar vísa tó á, at eingin einføld mannagongd er fyri at koyra eitt land úr Schengen. Lond kunnu í ávísum førum seta fyribils marknaeftirlit í verk, men Spania er framvegis fullur limur í Schengen-økinum.

Málið hevur nú elvt til nýtt kjak í Evropa um, hvussu londini skulu handfara migratión og verja felags ES-markið.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30