Ongi úrslit

James Bond: Jack Lowden kann gerast nýggi 007

Avgerandi royndarupptøkur verða sambært bretskum miðlum um vikuskiftið. Jack Lowden, Callum Turner og Josh O’Connor eru millum fremstu boðini upp á nýggja James Bond.

Hvør verður næsti James Bond? Callum Turner og Jack Lowden (her avmyndaður í røðini “Slow Horses”) eru millum fremstu boðini upp á leiklutin sum 007, nú avgerandi royndarupptøkur standa fyri framman.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Stríðið um at gerast næsti James Bond er farið inn í avgerandi umfar. Tríggir kendir bretskir sjónleikarar eru millum teirra, sum sambært miðlum skulu til royndarupptøku fyri at sleppa at spæla loyniliga agentin 007.

Sambært BBC og amerikonsku miðlunum Deadline, Variety og The Hollywood Reporter eru Jack Lowden, Callum Turner og Josh O’Connor millum teirra, sum kappast um at taka við eftir Daniel Craig.

Tríggir til fimm sjónleikarar skulu eftir ætlan til royndarupptøku um vikuskiftið. Teir skulu vísa, hvussu væl teir duga at spæla spennandi og vandamiklar pallmyndir, bera seg fram fyri myndatólinum og siga sínar replikkir.

Jack Lowden kann liggja fremst

Variety skrivar, at Jack Lowden, sum er kendur úr sjónvarpsrøðini Slow Horses, møguliga liggur fremst í kappingini.

Callum Turner er kendur úr Masters of the Air, meðan Josh O’Connor hevur spælt Charles prins í Netflix-røðini The Crown.

Enn er tó ikki alment váttað, hvørjir sjónleikarar eru við í seinastu royndarupptøkunum.

Filmframleiðarin Amy Pascal hevur áður sagt, at tað er møguligt, at navnið á nýggja Bond-sjónleikaranum verður avdúkað fyri árslok.

Nýggjur Bond-filmur væntast í 2028

Daniel Craig spældi James Bond í fimm filmum frá 2006 til 2021. Nú skal ein nýggjur sjónleikari taka við kenda leiklutinum.

Denis Villeneuve, sum hevur leikstjórnað Dune, skal leikstjórna næsta Bond-filmin. Steven Knight, sum stendur aftan fyri Peaky Blinders, skrivar handritið.

Knight hevur váttað, at fyrsta útgávan av handritinum er liðug.

Nýggi James Bond-filmurin verður sambært fráboðanum væntandi frumsýndur í 2028.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07