Danski konservativi politikarin Rasmus Jarlov ávarar føroyingar ímóti at vænta, at Danmark heldur fram at røkja týðandi uppgávur fyri Føroyar, um landið gerst sjálvstøðugt.
– Antin er mann partur av Danmark, ella er mann tað ikki, skrivar hann í einum uppslagi í sambandi við ólavsøkuna.
Vil hava greið mørk
Jarlov, sum er býráðslimur í Roskilde og fyrrverandi danskur vinnumálaráðharri, væntar, at ríkisrættarliga støða Føroya fer at fylla nógv í donskum politikki komandi tíðina.
Hann vísir á føroyska ynskið um eina sjálvstýrislóg, sum kann geva Føroyum rætt til at halda fólkaatkvøðu um loysing.
Sambært Jarlov ber ikki til bæði at vera partur av Danmark og samstundis standa til reiðar at fara, tá tað hóskar.
Hann finst eisini at hugmyndum um, at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugar, meðan Danmark framvegis røkir uppgávur, sum Føroyar ikki megna einsamallar.
Danmark fer ikki at halda fram
Jarlov nevnir millum annað verju, uttanríkistænastu, sendistovur, gjaldoyrapolitikk, fongsulsmál og loftferðslu.
– Verða Føroyar lýstar sjálvstøðugt land, fer Danmark sjálvandi ikki framhaldandi at reka partar av hesum tá fremmanda landi, skrivar hann.
Hann heldur, at stórur meiriluti av donskum skattgjaldarum er samdur í, at Føroyar ikki bæði kunnu fara úr Danmark og varðveita fyrimunirnar av ríkisfelagsskapinum.
Samstundis heitir hann á danir um at halda ein sømiligan tóna í kjakinum. Hann lýsir Føroyar sum eitt sera vælvirkandi samfelag, sum Danmark eigur at vera takksamt fyri at vera í felagsskapi við.