Ongi úrslit

Játtan til høvuðsútbúgvingarstørv er týðandi stig at nøkta serlæknatørvin

Játtanin til deild høvuðsútbúgvingarstørv er bæði eitt svar upp á staðfesta tørvin í serlæknaætlanini og partur av eini størri heilsupolitiskari ætlan at framtíðartryggja Sjúkrahúsverkið

homr.fo
29. mai kl. 19:15

Løgtingið hevur nú játtað pening til tvey deild høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum. Við játtanini verður møguligt at seta fleiri læknar í høvuðsútbúgvingarstørv í Føroyum innan sergreinar, sum føroyska Sjúkrahúsverkið hevur serligan tørv á.

 Serlæknaætlanin fyri Føroyar frá 2024 vísir greitt, at tørvurin á serlæknum er stórur, og at vit mugu arbeiða miðvíst og langsiktað fyri at tryggja heilsuverkinum neyðugu serfrøðina, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Í januar 2026 varð avtala undirskrivað millum føroyskar og danskar myndugleikar um høvuðsútbúgvingarstørv, har størvini eru býtt millum Landssjúkrahúsið og onnur útbúgvingarsjúkrahús í Danmark. Í sambandi við eykajáttanina nú í vár, er peningur settur av til endamálið, soleiðis at avtalan kann fremjast í verki.

– Vit vita, at tað hevur stóran týdning fyri tilgongdina av læknum, at tey fáa høvi at útbúgva seg í Føroyum. Jú størri part av útbúgvingini, læknar kunnu taka her, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey eisini velja at starvast í Føroyum eftir lokna útbúgving. Hetta er ein íløga í eitt tryggari, sterkari og meira burðardygt sjúkrahúsverk, sigur landsstýriskvinnan.

Játtanin til deild høvuðsútbúgvingarstørv er tí bæði eitt svar upp á staðfesta tørvin í serlæknaætlanini og partur av eini størri heilsupolitiskari ætlan at framtíðartryggja Sjúkrahúsverkið. Málið er at fáa fleiri serlæknar og meira serfrøði í føroyska heilsuverkið, so tænasturnar til borgararnar kunnu mennast og tryggjast í komandi árum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

18 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57