Tað var eins og ein profetiskur dreymur gekk út í Runavík mikudagin 17. juni. Sórbæra ferðamannaskipið ”Rotterdam” kom eins og ein veldugur risi út úr regntunga mjørkatáminum stevnandi inn á Skálafjørðin, legði seg smidliga at bryggju, sum var hetta eitt spæl hjá skipara og manning.
Mangan havi eg sæð stór ferðamannaskip leggja at bryggju í Havn, men hetta var nakað, sum ongantíð áður er borist mær í sjón.
Men so hendi tað...... í Runavíkini!
Og tað kanst tú, vinur mín, Tórbjørn borgarhøvdingi, vera errin av !
Út úr skadduni, ið fjaldi skipið, sást forvitin og skimandi ferðabólkur fara av risaskipinum. Stigfasti bólkurin setti beina kós móti syngjandi monnum og kvinnum, sum stóð við bryggjugirðingina og tóku ímóti vitjandi gýðingunum við blaktrandi hvítum og bláum fløggum við Dávidsstjørnuni í húnar hátt.
Ferðabólkurin, sum vitjaði inni í Runavíkini hendan dagin, vóru hebrearar, ættarbørn Ábrahams, Ísaks og Jákups, sum í stórum tali høvdu leitað sær drúgvu leiðina norður í Atlantshav at hitta okkum føroyingar, síggja føroysku tindarnar, grønu líðirnar og sleppa at anda inn í nasarnar frískliga føroyska summarlotið, sum eina tøkk fyri, at føroyska fólkið telist millum bestu vinir hebreara á heimsins knøtti.
Hjartaligu takksemisviðmerkingarnar vóru ikki fáar og kargar, sum hoyrdust frá hesum eftirkomarum Ábrahams, sum steðgaðu á millum bingjurnar, tjúkku skipatrossarnar og regntungu skadduna í Runavíkar havn hesa løtuna, alt samantvinnað við ljómandi tónleiki og sangi á føroyska og hebraiska málinum.
Tað var eins og alt gekk upp í eina profetiska eind, so hóskandi hesa løtuna, ikki so fjart frá Høgabóli, har samfelagslig avriksbrøgd eru útint við berum hondum, av farnum ættarfedrum og tí ættarliði, sum enn byggir land. Hesi, ið ikki spurdu hvat landið kundi gera fyri tey, men sum í ramasta álvara spurdu:
”Hvat kunnu vit gera fyri okkara bygd, fyri Runavíkina ........ og fyri land okkara.”
Júst hendan bygdin, sum nú er býur og borg millum allarfremstu í menska landi okkara í dag, er sprottin upp úr einum ósjálvsøknum jørðildi, tá ið tað er allarbest – og úr sama profetiska tjóðaranda og framburðssjón, ið bygdi upp kibbuzirnar í miðeystursólini, og sum umskapti oyðimarkarsandin í Miðeystri til blómandi aldingarðar, endurreisti toftir fedranna til byggifrøðilig listarverk í landi hebreara, sum sjón gongur fyri søgn á alljósum degi.
Slíkar hebraiskar takksemisvitjanir fara vónandi at hava gróðrarlíkindi og gerast framtíðartáttur í søguligu samvinnuni millum Føroyar og hebraiska fólkið.
Svenning av Lofti
Heiðurskonsul Ísraels í Føroyum