Jóhan og Danmark spældu seg leikandi lætt í fjórðingsfinaluna

Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál í sínum 100. landsdysti

Jonhard Hammer
23. januar 2025 kl. 21:27

Um teir verða heimsmeistarar fyri fjórðu ferð á rað, fæst at vita í næstu viku. Men higartil í HM endaspælinum er tað eingin ivi um, at Danmark hevur átt besta liðið.

Í næstsíðsta dystinum í miðumfarinum spældi Danmark seg í kvøld í fjórðingsfinaluna. Úrslitið ímóti Sveis var 39-28, sum er øgiliga sannførandi sigur á hesum støðinum.

Jóhan á Plógv Hansen sat á beinkinum mest sum allan fyrra hálvleik. Eftir steðgin var hann nógv á vøllinum – serliga í álopspartinum – og hann umsetti allar tríggjar møguleikarnar til mál. Hetta var jubileumsdystur hjá Jóhan, sum fyri 100. ferð var á danska landsliðnum.

Heilt stóri spælarin á danska landsliðnum var málverjin Emil Nielsen, sum aftur í kvøld vísti, at hann í løtuni er heimsins besti málverji.

Í síðsta dystinum í miðumfarinum fer Danmark leygardagin klokkan 17 at spæla ímóti Kekkia.

Týskland tryggjaði sær við 34-27 sigri ímóti Italia hitt plássið í bólki 2 í fjórðingsfinaluni.

Í bólki 2 tryggjaði Frakland sær við 35-28 sigri ímóti Niðurlondum pláss í fjórðingsfinaluni.

Ungarn, sum hevur fimm stig, og Niðurlond og Norðurmakedonia, sum hava fýra stig, kappast um hitt plássið í fjórðingsfinaluni.

Í dag

Tunesia – Kekkia 26-32

Norðurmakedonia – Katar 39-34

Algeria – Guinea 32-23

Italia – Týskland 27-34

Niðurlond – Frakland 28-35

Pólland – Kuwait 42-32

Danmark – Sveis 39-28

Ungarn – Eysturríki 29-26