Julian Gregersen gjørdi eina sjáldsama sterka DM-viku í Herning. Fyrst setti hann føroyskt met á 5 km, og síðani vann hann danska meistaraheitið á 10.000 metrum.
Í nógva hitanum í Danmark rann hann hóskvøldið 5 km á landavegi. Kappingin var taktisk, og fremstu rennararnir fylgdust leingi. Móti endanum varð ferðin sett upp, og Julian svaraði aftur við einum sterkum endaspurti.
Hann endaði á fjórða plássi við tíðini 14:33. Tað var 19 sekund skjótari enn gamla føroyska metið, sum hann sjálvur setti í somu kapping í fjør.
Avgjørdi við hørðum endaspurti
Í dag var Julian aftur í eldinum, hesa ferð á 10.000 metrum á breyt. Eisini henda kappingin gjørdist taktisk. Eingin vildi taka leiðsluna, og fyrstu seks kilometrarnir vórðu runnir varliga.
Tá ið 800 metrar vóru eftir, setti Julian av álvara ferð á. Hann rann eitt umfar upp á 62 sekund, sleit seg leysan frá kappingarneytunum og tryggjaði sær DM-gullið.
Hann kom á mál við tíðini 32:37, góð trý sekund framman fyri næsta rennaran.
Føroysk styrki í oddinum
Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð vóru eisini við í kappingini. Teir komu á mál á ávikavist fjórða og fimta plássi.
Eftir kappingina skrivaði Julian, at tað var eitt eyka jaligt við degnum, at føroyska metið á 10.000 metrum framvegis er hjá fyrsta venjara hansara, Gutta, sum andaðist í 2021.