Ongi úrslit

Kanjon víðkar: Hevur latið upp skrivstovu í Havn

Kanjon hevur latið upp skrivstovu á Óðinshædd 11 í Tórshavn eftir fleiri ár við vøkstri. Endamálið er at koma nærri kundunum í høvuðsstaðarøkinum.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Kanjon hevur fingið sær skrivstovu í Havn. Fyritøkan hevur kundar og verkætlanir um alt landið og vil við nýggju skrivstovuni styrkja sambandið við kundar og samstarvsfelagar í høvuðsstaðarøkinum.

Tað boðar Kanjon frá á Facebook.

Sambært fyritøkuni er virksemið vaksið seinnu árini. Skrivstovan á Óðinshædd 11 skal gera tað lættari at vera nær kundum, samstarvsfeløgum og verkætlanum í økinum.

Samstundis vil Kanjon styrkja nærveru sína í Føroyum sum heild.

Nýggja skrivstovan skal eisini skapa góðar karmar fyri starvsfólkini, sigur fyritøkan.

– Vit gleða okkum at taka ímóti kundum, samstarvsfeløgum og øðrum vitjandi á Óðinshædd 11, skrivar Kanjon.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04