Ongi úrslit

Kaotiskir tilstandir í Kastrup Lufthavn

Atlantic RC458 vendi við og fer til Stavanger

Jóhanna Højgaard
22. sepember 2025 kl. 21:02

Sambært Ritzau upplýsir Naviair, at eitt flogfar fekk loyvi at lenda, tí brennievnið í tanganum ikki fór at vera nóg mikið til at verða beint til annan flogvøll.

Naviair hevur ábyrgdina av at beina flogfør trygt inn og út úr donskum loftrúmi.

Samstundis skrivar presse-fotos at eitt stríðsflogfar er a veg til Kastrup Lufthavn úr Jútlandi.

https://www.facebook.com/share/v/1FeU1irmLL/

Atlantic RC458 var komin umleið til Randers tá ið flogfarið vend við við kós ímóti Stavanger í staðin fyri

Kaotisk viðurskifti eru á flogvøllinum í Keypmannahavn mánakvøldið.

Nú váttar Lise Agerley Kürstein, sum er samskiftis- og pressuleiðari á Kastrup Lufthavn fyri TV 2, at tey hava steðgað allari flogferðslu.

- Tað vit vita er, at Kastrup Lufthavn hevur steðgað øllum flogførum at fara avstað, og lenda, tí tvær ella tríggjar, størri dronur eru sæddar yvir flogvøllinum. Løgreglan kannar málið.

Billund Lufthavn hevur sent boð eftir fleiri fólkum at koma til arbeiðis at taka ímóti flogførum.

Hvussu leingi tað fer at vara, vita vit ikki. Vit fáa meira at vita um ein hálvan tíma, sigur hon við TV 2

Vit hava sæð løgreglu-og sløkkiliðsbilar í fullum útrykningi koyra ímóti flogvøllinum.

Tey vilja tó ikki siga um herurin er partur av arbeiðinum sum gongur fyri seg har í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57