Sum gamal siður er, var eisini kappríðing ólavsøkudag hesaferð. Hetta var onnur ólavsøkukappríðingin á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Ríðisambandið sigur, at hóast lotið var kalt, so vóru heilt fitt av fólk samlaði á stásiligu breytini undir Kráarheyggi í Havnardali.
Og tey fingu eisini eina bæði spennandi og undirhaldandi kappríðing at síggja, sigur Ríðisambandið.
Sum vant er tað mestur spenningur í greinunum Tvíspor vaksin og Tvíspor ung. Tað var ikki óvantað at Kiljan úr Gøtu vann Tvíspor ung, men tað mundu ikki vera nógv sum høvdu væntað at Bragi av Eiði fór at vinna Tvíspor vaksin.
Sedea B. Nolsøe og Rambo
– Ikki tí, hesturin hevur vunnið fyrr og er bæði skjótur og tiltikin sterkur, sigur Ríðisambandið.
– Hetta vísti hann eisini til fulnar í gjár tí við Barbaru R. Mouritzen á baki vann hann riðilin við tíðini 29,58 sekundum.
Nú var stórur spenningur undan teimum báðu seinastu riðlunum. Tíðin hjá Braga helt, men tað var ikki meira enn akkurát, tí í seinasta riðlinum komu Silfá og Ása Bárðardóttur á mál við tíðina 30,01 sekund, ella bara 0,03 sekund seinni enn Bragi.
Nummar trý gjørdist Thor úr Syðradali við Honnu S. Petersen á baki.
Kiljan úr Gøtu gjørdi ólavsøkuna hjá eysturoyingum enn betri, tá hann - sum væntað - vann kappingina fyri Tvíspor Ung.
Helena D. Nielsen á Sprota og Sólrun Lútzen á Kambi
Hetta er triðja árið at Kiljan og Simona Tornby vinna ólavsøkukappríðingina og sostatt vunnu tey ferðasteypini sum Odu’sa Sonuterapi hevur latið til ognar.
Nummar tvey á gjørdist Doran við Fíu Nolsøe á baki og nummar trý vóru Báran og Eyðbjørg H. Djurhuus.
Tvíspor fyri vaksin, annan flokk, vann Spirit við Drós Andriasardóttir á baki, Trav vunnu Doran og Fía Nolsøe, Skeið vann Brúni við Jóannes Debes á bakið og tøltið vunnu Stilkur og Sedea Nolsøe.