Ferðafólk, sum skulu flúgva úr Kastrup, kunnu noyðast at bíða upp í ein tíma í trygdareftirlitinum. Trupulleikarnir kunnu halda fram í fleiri vikur, og enn vilja myndugleikarnir ikki upplýsa, hví eftirlitið er hert.
Danska Trafikstyrelsen hevur eftir eitt eftirlit kravt, at floghavnin setur serlig trygdartiltøk í verk. Hvørki Trafikstyrelsen ella floghavnin vilja greiða frá, hví tiltøkini eru neyðug.
Trygdareftirlitið opið alt samdøgrið
Fyri at stytta bíðitíðina hevur floghavnin kallað eyka starvsfólk til arbeiðis. Trygdareftirlitið verður eisini opið alt samdøgrið nú um vikuskiftið. Vanliga letur tað upp klokkan fýra á morgni.
Í morgun var bíðitíðin í løtum millum 45 og 60 minuttir. Seinni minkaði hon niður í 10–15 minuttir.
Floghavnin heitir tí á ferðafólk um at møta í góðari tíð.
Ferðafólk, sum skulu ferðast innan Schengen-økið, verða biðin um at møta tveir tímar undan fráferð. Tey, sum skulu ferðast til lond uttan fyri Schengen, eiga at møta tríggjar tímar undan fráferð.
Óvist nær støðan verður vanlig aftur
Sambært Lise Agerley Kürstein, samskiftisstjóra í floghavnini, kunnu longu bíðirøðirnar halda fram í næstu viku og møguliga eisini vikuna eftir.
Tað er Trafikstyrelsen, sum avger, nær floghavnin kann venda aftur til vanligan rakstur.
Danski samferðslumálaráðharrin, Signe Munk, hevur víst á, at hon skilur ónøgdina hjá ferðafólkunum, men leggur dent á, at trygdin má koma fyrst.
Enn er ógreitt, hvat hevur fingið myndugleikarnar at herða trygdareftirlitið.