Ongi úrslit

Keypmannahavn liggur ovast: Heimsins besti býur hevur eina dýra skuggasíðu

Keypmannahavn er kosin heimsins besti býur at búgva í, men høgir bústaðarprísir kunnu halda nógv uttanfyri.

© Nick Karvounis / Unsplash
Keypmannahavn er aftur kosin heimsins besti býur at búgva í, sambært The Economist Intelligence Unit.
Edmund Jacobsen
8. juli kl. 20:00

Keypmannahavn er aftur kosin heimsins besti býur at búgva í, sambært The Economist Intelligence Unit. Men heiðurin hevur eina skuggasíðu: Tað er ikki vist, at vanlig fólk hava ráð at vera við, skrivar DR.

Í alt eru 173 býir mettir eftir støðufesti, heilsutænastum, mentan, umhvørvi, útbúgving og infrakervi. Keypmannahavn er ovast, framman fyri Wien og Melbourne.

Prísir trýsta fólk út

Marie Stender, seniorgranskari á Aalborg Universiteti, sigur við DR, at Keypmannahavn hevur nógvar dygdir. Men tað veldst nógv um, hvør tú ert, og um tær eydnast at fáa pláss í býnum.

Hon ávarar um, at prísvøksturin kann halda summi uttanfyri og skapa sosiala ójavnvág.

– Øll hava ikki ráð at vera við í hesi veitsluni, sigur hon.

Ikki nóg mikið at byggja

Metingin sigur ikki, hvussu dýrt ella torført tað er at finna bústað í býnum. Sambært Marie Stender er loysnin heldur ikki bara at byggja meira.

Hon vísir á, at millum annað parkir og náttúruøki eru ein stórur partur av tí, sum ger Keypmannahavn so lokkandi. Verða økini bygd til bústaðir, missir høvuðsstaðurin samstundis nakað av sínum serliga dámi.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07