Fyrr í kvøld varð tað greitt, at leikluturin hjá KÍ í europeisku meistarakappingini er av á hesum sinni. Tað er hann, tí skerda KÍ liðið í kvøld tapti 1-0 á útivølli í Litava ímóti Kauno Žalgiris. Hetta var einasta málið í tveimum dystum millum KÍ og Kauno Žalgiris, sum heldur fram í meistarakappingini, og sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur tryggjað sær pláss í europeiskum bólkaspæli.
Møguleikin hjá KÍ at vinna seg í bólkaspæl er ikki burtur, men hann sær torførari út nú, enn hann gjørdi, tá ið Kauno Žalgiris var mótstøðuliðið.
Fyrr í kvøld søgdu vit, at alt bendi á, at KÍ í UEFA Europa League fer at spæla ímóti danska meistaraliðnum AGF úr Aarhus, sum í heimadystinum tapti 4-1 ímóti pólska meistaraliðnum Lech Poznan. Í kvøld hittust AGF og Lech Poznan aftur. Hóast pólska liðið var á heimavølli, so eydnaðist tað AGF at vinna samantalda sigur og harvið at kvlifisera seg at halda fram í Champions League.
Tá ið vanliga leiktíðin var av, var støðan 3-0 til AGF, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini skoraðu bæði liðini einaferð, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum AGF vann. Úrslitið í kvøld – eftir brotssparkskappingina – var 8-4 til AGF, sum harvið heldur fram í kappingini.
At Lech Poznan varð varpað úr meistarakappingini ber við sær, at pólska liðið nú fer at spæla í UEFA Europa League, og har verður mótstøðuliðið KÍ. Fyrri dysturin verður í Poznan hóskvøldið 6. august, og seinni dysturin verður í Klaksvík hóskvøldið 13. august.
Ivaleyst verður tað neyðugt at flyta dystir í Meistaradeildini, har KÍ sambært skránni fer at spæla á heimavølli ímóti HB fríggjakvøldið 7. august.