Ongi úrslit

KÍ hevur vunnið Klaksvíkskappingina eftir 3-1 sigur móti Víkingi

Tað vendist frá triviellum fótbólti, til satt undirhald, tá dómarin, Bjarki Danielsen, floytaði í gongd til seinna hálvleik. Menn fóru til stálið, og tað kendist als ikki á róminum at talan er um dyst í eini kapping, ið einans telur sum vinardystur

Áron Vest
18. februar 2023 kl. 18:20

Víkingur byrjaði við at leggja hart út og fingu fyrsta málmøguleikan í 48. minutti, táið innskifti Finnur Justinussen royndi seg við nærskoti, men málmaðurin, Hannis Matras, stjórbjargaði.
Lítlan minutt seinni fekk Páll Andrasson Klettskarð ein møguleika við einum heilfluktara, ið málmaðurin hjá Víkingi bjargaði í stórum stíli.

Tá tað verður tikið til, at leikarir leggja meir fyri í Klaksvíkskappingini, enn í øðrum vinardystum, er tað ikki uttan orsøk. Í 53. minutti letur Árni Frederiksberg seg ertað av Olaf Bárðarsyni og trýstir hann, so hann fellur niður. Teir endaðu í hornatøkum, men uttan at nakað stórvegis vandamikið spurdist burturúr. Báðir vórðu sektaðir við gulum korti fyri óhøviskan atburð.

Sum dysturin leið, gjørdist KÍ liðið svangari og svangari, meðan Víkingur legði seg onkur aftur á vøllinum og fór í verjustøðu tað mesta av tíðini, ið restaði í. Í 68. minutti javnaði Árni Frederiksberg til 1-1, eftir stutt innlegg frá nýggja KÍ leikaranum Luc Kassi.

Tað skuldi ikki ganga meir enn fýra minuttir, so var Árni aftur í aktión. Hesaferð við innleggið úr síðuni, ið Páll Andrasson Klettskarð stútaði í netið.

Tað er ofta í venjingardystum, at yngri leikarar menna seg og sleppa at royna seg av álvara. Tóki á Lógv, ið enn eigur sín fyrsta almenna dyst við besta mansliðnum á, setti bóltin við finessum upp í handara horn, staddur beint uttanfyri hálvmánan á brotssparksteiginum.

Tá tíggju minuttir restaðu í, fóru liðini at royna seg við langskoti, heldur enn at søkja skjótt uppspæl. Tó eydnaðist tað ongum av liðunum at koma til veruligar málmøguleikar við hesum felagsnevnaranum.

Eftir dystin, handaði borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen, steyp til vinnarar av Klaksvíkskappingini 2023.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57