KJ verður millum útstillararnar á Aquaculture UK, sum verður hildin í Glasgow 16. og 17. juni. Stevnan savnar fyritøkur og serfrøðingar, sum arbeiða við menningini av framtíðar alivinnu.
Á LinkedIn boðar KJ frá, at fyritøkan fer at hitta kundar og samstarvspartar og vísa fram loysnir, sum kunnu bøta um rakstur, álítandi arbeiðsgongdir og úrslit í vinnuni.
Aquaculture UK leggur dent á nýggja tøkni, talgilding, robotar, fiskavælferð, genetikk og burðardyggar framleiðsluloysnir. Meira enn 250 veitarar verða umboðaðir á stevnuni.
KJ hevur høvuðssæti á Kambsdali og deildir í Tórshavn, Ljósá og Fuglafirði. Fyritøkan veitir útgerð og tænastur til fiskivinnu, alivinnu, flutningsvinnu og byggivinnu bæði í Føroyum og uttanlands.
Umleið 140 fólk starvast hjá KJ, og umsetningurin var umleið 373 milliónir krónur í 2022.