Sambært miðlinum varð málið skundviðgjørt við ein franskan dómstól hósdagin.
Har varð flogskiparin dømdur tíggju mánaða treytaða fongsulsrevsing og fekk samstundis bann móti at flúgva yvir franskt øki í eitt ár.
Flúgving úr Stockholm til Nice
Fyrst varð upplýst, at talan var um eina flúgving úr Keypmannahavn til Nice. Men SAS hevur síðani rættað upplýsingarnar og sigur nú, at talan var um eina flúgving úr Arlanda-floghavnini í Stockholm til Nice í Suðurfraklandi.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í fronskum miðlum, tí tað snýr seg um ein flogskipara hjá einum av teimum størstu flogfeløgunum í Norðurlondum.
SAS vísir til myndugleikarnar
SAS vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið.
– SAS arbeiðir, eins og aðrir aktørar í flogvinnuni, undir altjóða reglum og arbeiðir undir strangum trygdar- og rúsevnisreglugerðum. Trygdin hjá okkara ferða- og starvsfólki er nakað, vit raðfesta ovast, sigur samskiftisstjórin í SAS Alexandre Kaoukji í einari skrivligari viðmerking.
Málið verður framvegis viðgjørt av myndugleikum og løgregluni í Fraklandi.