KOKS tapti slagið um Fossdalsgjógv

Altjóða viðurkenda matstovan KOKS fær ikki loyvi til at byggja nýggja matstovu við tilhoyrandi hentleikum við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað. Tað hevur Yvirfriðingarnevndin avgjørt í dag

Fossdalsgjógv (Mynd: Ingi Sørensen)
Durita Fagradal Augustinussen
24. august 2022 kl. 23:32

Føroyska Michelin-matstovan, KOKS, sleppur ikki at byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv.

Yvirfriðinarnevndin hevur í dag staðfest, at Tórshavnar kommuna sleppur ikki at broyta byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv, sum er norðan fyri Velbastað. Hetta hevur við sær, at nógv umstrídda málið millum KOKS og Páll Djóna á Steinum, bónda á Velbastað, er avgreitt, og niðurstøðan er, at KOKS ikki verður at síggja við Fossdalsgjógv.

Samstundis hevur Yvirfriðingarnevndin eisini í dag staðfest, at fyrispurningurin hjá Páll Djóna á Steinum, um at fáa Fossdal og Fossdalsgjógv friðað, ikki verður gingin á møti. Hetta hevur við sær, at virksemi hjá bóndanum kann halda á fram sum áður.

– Hetta var ein øgiligur lætti, tí hetta hevur fylgt nógv í fýra ár. Eg eri himmals glaður um, at hetta nú er yvistaðið. Yvirfriðingarnevndin hevur við hesum sent eitt greitt signal um, at tey ynskja at verja náttúrina, sigur Páll Djóni á Steinum í stuttari viðmerking við Dimmalætting.

Brot úr avgerðini hjá Yvirfriðingarnevndini

Páll Djóni vil í verandi løtu ikki úttala seg nógv meira um avgerðina hjá Yvirfriðingarnevdnini, men sigur, at ætlanin við Fossdalsgjógv er óbroytt og at hon framhaldandi fer at verða nýtt til siðbundið føroyskt seyðahald.

Tað var annars á býráðsfundi tann 17. desember í 2020, at Tórshavnar kommuna samtykti eitt uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður. Uppskotið snúði seg um at skipa økið við Fossdalsgjógv til matstovuvirksemi, gisting og tílíkt.

Undan býráðsfundinum mæltu bæði tekniski stjórin og býararkitekturin í Tórshavnar kommunu til at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at KOKS skuldi fáa møguleika at fara undir byggingina. Hesum tilmælinum tók byggi- og býarskipanarnevndin eisini undir við.

Men við avgerðini í dag, hevur Yvirfriðingarnevndin nú staðfest, at Tórshavnar kommuna ikki kann broyta byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv. Tað merkir so, at KOKS, sum ætlað, ikki sleppur at byggja nýggju KOKS matstovuna í Fossdalgjógv í Velbstað.

Tað er partafelagið Gist og Vist, ið eigur og rekur KOKS.

Tað var við Fossdalsgjógv, at KOKS vildi byggja tveir matstovubýlingar umframt nakrar smáttur í lendinum har, men í dag hevur Yvirfriðingarnevndin gjørt av, at KOKS ikki sleppur at byggja har (Mynd: Skíggjamynd/KvF)