Ongi úrslit

Konsert við brasilskum tvímannabólki

Livia Nestrovski & Fred Ferreira fara á pall í Norðurlandahúsinum mánadagin, 29. juni kl. 15 sum partur av Summartónum 2026.

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Tvímannabólkurin er mannaður av sangarinnuni Livia Nestrovski og gittarleikaranum Fred Ferreira, sum seinastu 15 árini hava skapt eitt gott tónleikasamstarv. Samman geva tey áhoyrarunum eina inniliga og eksperimenterandi konsertuppliving, sum er sett saman av brasilskari sangmentan og nýmótans avantgardiskum úttrykki.

Tónleikurin ferðast millum fólka-, klassiskan og nýmótans eksperimenterandi tónleik, har rødd og gittari spæla saman inniliga og livandi.

Tvímannabólkurin hevur spælt á nógvum ymiskum altjóða festivalum í meira enn 20 ymiskum londum. Tey hava latið útgávuna DUO (2013) úr hondum, samstarvað við orkestur, fingið altjóða heiðurslønir umframt gjørt tónleik til bæði dans og film.

Í Norðurlandahúsinum fara tey at spæla eina serstaka tónleikaskrá við brasilskum og føroyskum sangum samanvavdum í tónleik tvørtur um siðvenjur.

Konsertin er ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57