Í gjárkvøldið var løgreglan í Eysturoy og eygleiddi ferðsluna. Og á strekkinum ímillum Gøtu og Fuglafjørð fingu tey eyga á ein bilførara, sum koyrdi alt ov skjótt.
Løgreglan sigur, at tá ið tey kannaðu ferðina, vísti tað seg, at hann koyrdi heilar 151 kilometrar um tíman, har hann annars hevur loyvi at koyra 80.
Løgreglan sigur, at sostatt misti hann koyrikortið, og tað varð tikið á staðnum.
Annars tók løgreglan fimm bilførarar fyri at brúka fartelefon ímeðan teir koyrdu, tað kostar teimum 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið.
Ein annar maður fekk eisini 1.500 krónur í bót, men tað var tí at hann ikki dugdi at uppføra seg í fyllskapi, men larmaði og órógvaði onnur.