Ongi úrslit

KT-stjóri ávarar: Kannið trygdina á tykkara heimasíðum sum skjótast!

Ein nýggj kanning vísir, at fleiri føroyskar heimasíður brúka tøkni, sum kann gera tað lættari hjá teldusníkum at sleppa inn.

© FlyD / Unsplash.
Hvussu tryggar eru føroyskar heimasíður? Ein nýggj kanning vísir, at 29 navnaøki brúka tøkni, sum kann hava álvarsligar trygdarveikleikar.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fleiri føroyskar heimasíður kunnu vera í vanda fyri álopum frá teldusníkum. Ein nýggj kanning hjá Parentium.fo vísir, at 29 føroysk navnaøki brúka tøkni, sum kann hava álvarsligar trygdarveikleikar.

Tað skrivar Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóri hjá Bakkafrost, í einum uppslagi á LinkedIn.

4.573 navnaøki á listanum

Parentium.fo hevur savnað 4.573 føroysk navnaøki til kanningina. Eitt navnaøki er til dømis adressan á einari heimasíðu.

Endamálið er at kanna møguligar veikleikar í PHP, sum er ein tøkni, ið nógvar heimasíður brúka.

Higartil eru 46 navnaøki merkt til nærri kanningar. Á 29 teirra eru funnar PHP-útgávur, sum kunnu hava trygdarveikleikar.

Hetta merkir tó ikki, at teldusníkar hava brotið seg inn á heimasíðurnar, ella at upplýsingar eru stolnar. Úrslitini benda bert á, at tørvur er á at kanna síðurnar nærri.

Teldusníkar kunnu stjala upplýsingar

Um teldusníkar gagnnýta slíkar veikleikar, kunnu teir í ringasta føri sleppa inn á heimasíðurnar og stjala ella broyta upplýsingar.

Fyri fyritøkur kann hetta hava stórar avleiðingar. Tær kunnu missa pengar, arbeiðið kann steðga upp, og viðskiftafólk kunnu missa álitið á teimum.

Kristian Eli Zachariasen heitir tí á fyritøkur um at kanna trygdina á sínum heimasíðum.

Fyritøkur og stovnar eiga at tryggja, at tøknin er dagførd, og at trygdaravrit av týdningarmiklum upplýsingum eru tøk.

Á Parentium.fo kunnu eigarar kanna síni egnu navnaøki fyri møguligum veikleikum. Kanningin gevur tó ikki endaligt svar um trygdina. Til tess krevst ein neyvari tøknilig kanning.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07