í gjár varð sjøtul settur á flogbóltskappingina í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, tá ið Ternan á Toftum tók ímóti Mjølni. Í báðum førum vann liðið úr Klaksvík 3-0.
Kvinnur:
Ternan – Mjølnir 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)
Hetta er fyrstu ferð síðani 2023/2024, at kvinnurnar í Ternuni eru í bestu deildini. Tá taptu tær allar dystirnar, men hóast Ternan tapti 3-0 fyri silvurvinnarunum úr Mjølni í gjár, so benda settúrslitini og gongdin í dystinum á, at Ternan fer at bíta meira frá sær hetta kappingarárið. Eins og í 2023/2024 eru garvaðu Sofía Purkhús og Birgit Guttesen við enn, og nýggjur venjari er Arthur Djurhuus Poulsen, sum í tvey tey undanfarnu árini hevur verið venjari í KÍF, sum vann bronsu seinasta kappingarár.
Men tað var eitt vælmannað lið úr Klaksvík, sum vitjaði á Toftum í gjár, og tær fyrstu seks vóru Elisabet Vilhelmsen, Nicola Toftegaard, Sirið Samson, Osla Johannesen, Thirza Linda Becerra og Maria Teresa Vitalis.
Fyrstu løtuna gekk kortini javnt á til 9-10, tá ið Mjølnir sleit seg leyst og fór framum 18-11. Ternan gjørdi tó ein vørr og beit seg innaftur í settið og minkaði um munin niður í 20-23, tá ið tað tó eydnaðist Mjølni at vinna teir tveir avgerandi bóltarnar og settið 25-20.
Í øðrum setti var Ternan frammanfyri 12-10, men eftir 14-14 dró Mjølnir so líðandi frá og vann 25-19.
Eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 10-7 í triðja setti, kom Ternan afturíaftur og vann seks bóltar upp í slag og fór framum 13-10. Pendulið sveiggjaði tó aftur hinvegin, og Mjølnir vann fimm stig á rað og legði seg á odda 15-13, áðrenn Ternan javnaði til 16-16. Mjølnir otaði seg síðan framumaftur, og hóast Ternan bardi eg upp á 20-21, so manglaði tað seinasta í, og ístaðin vann Mjølnir 25-21.
Menn:
Ternan – Mjølnir 0-3 (12-25, 18-25, 21-25)
Fyri fyrstu ferð í trý kappingarár eydnaðist Ternuni at vinna stig seinasta kappingarár, tá teir vunnu tvey sett ímóti Fleyr, men í ár ætla teir eitt sindur meira. Skemt ella ikki, skal vera ósagt, men ”málið er at vinna FM”, segði Jóhannus Johannessen í flogbóltssendingini Tussj fyri einari viku síðan. Ternuliðið hevur framvegis nógvar ungar leikarar, men væl stuðlaðir av eldri leikarum, so sum Arthuri Djurhuus Poulsen, kanadiska leikandi venjaranum Erich Perau og nýggja finnanum Tomi Perkiö.
Mjølnir, sum fyri fyrstu ferð síðani 2018 ikki gjørdist føroyameistari seinasta kappingarár, hevur í ár styrkt seg við Mileta Vesovic, sum í fleiri ár hevur spælt við SÍ, og eisini er Dávið Ryan farin at spæla aftur. Hinvegin hevur Jóhan Arni Elisson Wang skift til Fleyr.
Í fyrstu tveimum settunum í gjár var stórur munur á liðunum. Skjótt fór Mjølnir 10 stig framum í fyrsta setti, áðrenn tað varð vunnið 25-12. Í øðrum setti var Mjølnir frammanfyri 23-13, áðrenn Ternan pyntaði eitt sindur upp á úrslitið, sum gjørdist 25-18 til Mjølnir.
Triðja sett var heilt øðrvísi, og langar løtur var Ternan frammanfyri; einferð 14-11. Fimm bóltar seinni var Mjølnir tó framanfyri 16-14. Ternan javnaði aftur til 19-19, men tá settið skuldi avgerast, var Mjølnir aftur stinnari og vann at enda 25-21.
Í dag spæla SÍ og Fleyr; kvinnurnar kl. 13 og menninir kl. 16.