Ongi úrslit

Lærarafelagið ávarar: Skapandi lærugreinar fáa ov lítla rúmd

Ov lítil tímajáttan avmarkar møguleikarnar hjá næmingum at menna sínar handaligu, skapandi og tónlistaligu førleikar, heldur Føroya Lærarafelag.

© Føroya Lærarafelag.
Tórhallur við Gil vísir á, at handaligar og tónlistaligar lærugreinar kunnu styrkja trivnaðin og geva næmingum høvi at menna aðrar førleikar enn teir bókligu.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroya Lærarafelag vil hava skapandi lærugreinarnar at fáa størri rúmd í fólkaskúlanum. Tórhallur við Gil, næstformaður í Lærarafelagnum, vísir á, at ov lítil tímajáttan leingi hevur gjørt, at næmingar ikki fáa nóg góðar møguleikar at royna og menna sínar førleikar í hesum lærugreinunum.

Landsstýrismaðurin ætlar at styrkja økið

Á aðalfundi Føroya Lærarafelags fyrr í ár boðaði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, frá, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla. Hann fer eisini at viðgera eitt tilmæli um at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list.

Kann kveikja áhuga hjá næmingum

Tórhallur við Gil vísir á, at handaligar og tónlistaligar lærugreinar kunnu styrkja trivnaðin og geva næmingum høvi at menna aðrar førleikar enn teir bókligu.

Hann heldur eisini, at skapandi lærugreinar kunnu kveikja áhugan hjá næmingum fyri seinni at velja sær útbúgving innan handverk ella tónleik.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

9. august kl. 08:19

Fekk bót tí at hann hevði ikki rætta koyrikortið

Í gjár kl. 07:21

Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

23 tímar síðan