Ongi úrslit

Lærarafelagið ávarar: Starvsfólk gerast sjúk av arbeiðinum

Føroya Lærarafelag vil hava arbeiðsplássmetingar gjørdar til eitt alment lógarkrav, so bæði sálarliga og kropsliga arbeiðsumhvørvið verður tryggari.

© Føroya Lærarafelag
Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, vísir á, at fakfeløg javnan hitta limir, sum eru vorðnir sjúkir av arbeiðsumstøðunum.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroya Lærarafelag krevur, at øll arbeiðspláss regluliga gera arbeiðsplássmetingar. Endamálið er at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av arbeiðinum ella í ringasta føri fáa varandi mein.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, vísir á, at fakfeløg javnan hitta limir, sum eru vorðnir sjúkir av arbeiðsumstøðunum.

– Eingin skal gerast sjúkur av at fara til arbeiðis, skrivar hann.

Nýggj krøv til sálarliga arbeiðsumhvørvið

Arbeiðsumhvørvislógin tryggjar øllum rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Harumframt er ein kunngerð sett í gildi um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Sambært formanninum er kunngerðin eitt frambrot hjá lærarum og øðrum fakfólkum, sum arbeiða við menniskjum. Hon setur ítøkilig krøv til sálarliga arbeiðsumhvørvið, men fær bara veruligan týdning, um arbeiðið verður skipað á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi.

Í einari arbeiðsplássmeting svara starvsfólk skipaðum spurningum um bæði kropsligar og sálarligar arbeiðsumstøður. Arbeiðseftirlitið hevur ment eitt talgilt spurnablað, sum sjálvt ger úrslitini upp.

Úrslitini skulu føra til ábøtur

Sambært Lærarafelagnum skulu leiðslan og trygdarbólkurin brúka úrslitini til ítøkiligar ábøtur. Tað skal vera greitt, hvørjar avbjóðingarnar eru, hvør hevur ábyrgdina, og nær loysnirnar skulu setast í verk.

Felagið mælir eisini til, at trygdarumboð verða útbúgvin, og at Arbeiðseftirlitið fær eina skrá yvir tey.

– Næsta stigið ímóti einum tryggari arbeiðsumhvørvi er eitt alment lógarkrav um arbeiðsplássmetingar, skrivar Jacob Eli S. Olsen.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06