Ongi úrslit

Lærarafelagið ávarar: Tíðaravmarkað størv kunnu veikja fólkaskúlan

Ótryggar setanir kunnu fáa útbúnar lærarar at leita sær burtur og gera tað torførari at byggja sterkar og støðugar skúlar.

Ótryggar setanir kunnu fáa útbúnar lærarar at leita sær burtur og gera tað torførari at byggja sterkar og støðugar skúlar.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ov nógv lærarastørv verða framvegis lýst sum tíðaravmarkað. Tað kann gera lærarayrkið minni lokkandi og fáa útbúnar lærarar at leita sær tryggari starv aðrastaðni.

Tað skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. Hann vísir á, at fleiri føst størv vóru at søkja í ár enn í fjør, men heldur, at langt er eftir á mál.

– Ein føst setan gevur tryggleika, skrivar hann.

Føst størv geva lærarum betri møguleika at leggja lívið til rættis og byggja sær eina yrkisleið. Samstundis fáa skúlarnir ein støðugari starvsfólkahóp, sum kennir næmingar, foreldur og starvsfelagar.

Tveir lærarar kunnu styrkja flokkin

Skaalum mælir eisini til tvílæraraskipan. Tá tveir lærarar arbeiða saman í flokkinum, ber betur til at laga undirvísingina eftir tørvinum hjá næmingunum.

Skipanin kann eisini geva nýútbúnum lærarum stuðul frá royndum starvsfeløgum.

Niðurstøðan hjá honum er greið: Fastar setanir eru ikki bara starvsfólkapolitikkur. Tær eru ein íløga í dygdina í fólkaskúlanum.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06