Ongi úrslit

Lærari ávarar um PISA-úrslitið: Ófriður, frávera og fartelefonir darva læringini

Ov nógvir næmingar hava trupult við at lesa og hugsavna seg. Bergur Samuelsen ávarar um stórar avbjóðingar í føroyska fólkaskúlanum.

© Føroya Lærarafelag.
Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, ávarar um, at ófriður, frávera og trupulleikar við at hugsavna seg gera tað torført at bøta um føroysku PISA-úrslitini.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Vánalig uppmøting, ófriður í flokkunum, fartelefonir og ov lítil dentur á fakliga læring. Hetta eru nakrir av trupulleikunum, sum sambært Bergi Samuelsen gera tað torført at bøta munandi um føroysku PISA-úrslitini.

Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, vísir í grein á heimasíðu felagsins á, at fleiri viðurskifti í fólkaskúlanum darva læringini.

42 prosent hava trupult við lesing

Sambært tølunum, sum Samuelsen vísir á, hava 42 prosent av teimum 15 ára gomlu trupult við at skilja innihaldið í vanligum skrivligum tekstum.

Hann heldur, at vantandi hugsavnan er ein vaksandi avbjóðing.

– Færri næmingar, nú enn fyrr, klára at fara í dýpdina við tekstum og uppgávum. At halda fokus er trupult hjá fleiri. Fartelefonin og sosialir miðlar eru uttan iva ein partur av orsøkini, skrivar hann.

Eisini ófriður í skúlastovunum er ein álvarsligur trupulleiki.

– Trupulleikin við ófriði má so ella so loysast, tí hann gongur í stóran mun út yvir bæði fakligheit og trivnað í fleiri flokkum.

Skúlin er ikki undirhald

Samuelsen heldur, at størri dentur má leggjast á fakliga læring, arbeiðsfrið og góðan aga.

– Øll mugu skilja, at skúlin er ein lærustovnur og ikki undirhald, skrivar hann.

Hann ávarar eisini um, at vitlíki kann gera skúlaarbeiðið fyri næmingarnar, so teir ikki mennast fakliga.

Hóast avbjóðingarnar hevur hann álit á framtíðini hjá teimum ungu. Men grundarlagið má vera í lagi.

– Men at lesa, skriva og rokna verður altíð fundamentið, sum lærast skal væl og virðiliga.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

8 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07