Ongi úrslit

Landsliðsspælararnir fara til hús aftur

Tað verður ikki fyrrenn mikudagin, at landsliðið fer á gistingarhús at halda til

Jóannes Hansen
21. sepember kl. 15:46

Nú seinnapartin er fótbóltslandsliðið savnað til fyrstu fyrireikingarnar til Nations League.

Kappingin fevnir um seks dystir, og fýra av dystunum eru á skrá næstu vikurnar.

Leygardagin klokkan 17 verður Kasakstan mótstøðuliðið á Tórsvølli. Týsdagin spæla Føroyar í Moldova, fríggjadagin í næstu viku verður heimadystur ímóti Slovakia, og týsdagin í aðru viku verður Kasakstan á útivølli mótstøðuliðið.

Tá ið landsliðið er saman og fyrireikar seg til landsdystir, plagar hópurin at halda til á einum at hotellunum í Havn. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Ella soleiðis er tað ikki í dag og í morgin. Hesa ferð eru landsliðsspælararnir við hús. Av teimum 23, sum eru savnaðir, umboða 13 útlendsk feløg. Teir eru heima hjá familjuni. Seinnapartin í dag og aftur seinnapartin í morgin fara teir at venja og fundast og so fara teir til hús aftur.

Mikudagin verður aftur venjing, og tá fer allur hópurin á hotell at halda til.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

22 tímar síðan

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48