Ongi úrslit

Leirvík: Eysturkommuna vil gera Fransagravirnar sjónligari

Mentanarnevndin í Eysturkommunu fer nú at kanna Fransagravirnar í Leirvík nærri og arbeiða við at gera søguna um tær meira sjónliga.

© Eysturkommuna.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Mentanarnevndin í Eysturkommunu hevur samtykt at arbeiða víðari við Fransagravunum í Leirvík. Avgerðin varð tikin á seinasta fundinum fyri summarsteðgin, sum varð hildin úti við Fransagravirnar á jóansøku.

Fransagravirnar liggja úti á Flatum. Søgan um tær hevur í mong ár livað á manna munni í Leirvík. Sambært frásøgnum vóru børn og ung ikki altíð trygg, tá tey fóru fram við staðnum heim úr gerðum í økinum.

Gomul søga skal lýsast betur

Mentanarnevndin hevur seinasta árið vitjað fleiri forkunnug fornminnisstøð í kommununi. Ætlanin er at halda fram og vitja allar bygdirnar í kommununi fyri at kanna, hvussu mentanarsøgan kann varðveitast betur.

Endamálið er bæði at verja støðini, lýsa søguna í teksti og halda hana livandi millum fólk.

Gravirnar kunnu gerast sjónligari

Nú verður kannað, hvør vitan fæst um Fransagravirnar. Samstundis skal arbeiðast við at miðla søguna á hóskandi hátt og kanna, um gravirnar kunnu gerast meira sjónligar.

Fransagravunum eru eisini ognað nøkur orð í fjórða bindi av Leirvíkar bygdarsøgu eftir Martin Fjallstein.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57