Hóskvøldið hevur onkur gjørt herverk á eini privathús í Leirvík. Har er ein rútur knústur og flísar í túninum fingu heldur ikki frið.
Løgreglan sigur, at herverkið er gjørt í einum tíðarskeiðið upp á tveir tímar hóskvøldið, nevniliga í tíðini ímillum klokkan 19.30 og 21.30.
Løgrglan sigur, at hevur onkur í Leirvík sæð, ella hoyrt, okkurt illgrunasamt, eru tey vælkomin at siga frá.
Í nátt mátti løgreglan eftir einum manni, sum var óður í býnum. Hann slóg eftir fólki, men rakti ongan. Men boð vórðu send eftir løgregluni og tey tóku mannin. Og úrslitið varð, at maðurin fekk 3.000 krónur í bók fyri at bróta skilhaldsreglurnar.