Ferðafólk leita sær í hesum døgum til svalligari støð sum Føroyar og Ísland, fyri at sleppa undan øgiligum summarhita. Hetta skrivar norski miðilin VG.
Hitabylgjan sum hevur verið í Suðurevropa eina tíð, byrjar nevniliga eisini at gera um seg longur norðuri, og tað merkist.
Í Føroyum hevur ferðavinnan havt støðugan vøkstur seinastu 15 árini, og umleið 130.000 ferðafólk vitja landið á hvørjum ári. Gistingarhúsini eru fullbókað, og tjalding gerst eitt alsamt meira vælumtókt val.
Meðan veðurfrøðingar nú boða frá hitastigum upp í 40 stig í Paris, og Sveis væntar eina ógvusliga hitabylgju, við hitastigum upp í 45 stig komandi dagarnar, er ein nýggj feriutrend vaksin fram.
Í staðin fyri at leita eftir sól, leita ferðafólk eftir kaldari luft. Fyribrigdið kallast coolcation, og snýr tað seg um at fara í feriu til køligari lond. Hettar er alsamt vorðið meira vælumtøkt, serliga millum ferðafólk úr heitari londum.
Í Føroyum, har hitin er eini fimm stig, hevur VG verið og hitt ferðafólk, sum sjálvboðin hava valt at býta strondlívið um við vind, regn og lág hitastig.
– Tú kanst siga, at vit velja slík ferðamál nú, ja. Vit fara enntá víðari til Ísland aftaná, sigur bretski Rob Wreathall úr Yorkshire við miðilin.