Ongi úrslit

Levi verður ikki borgarstjóri í Vági kortini

Levi Mørk følir seg stungnan í ryggin, tí verandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vil ikki skriva undir semjuna ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

Áki Bertholdsen
17. november 2024 kl. 22:45

Síðani kommunuvalið týsdagin hevur tað ligið í kortunum, at ein samgonga skuldi skipast ímillum Javnaðarflokkin og Sambandflokkin. Javnaðarflokkurin hevur tríggjar býráðslimir og Sambandsflokkurin hevur tveir, so tilsamans hava tey fimm av teimum níggju býráðslimunum.

Og tað hevur eisini verið frammi, at semja er um, at Levi Mørk, sum fekk flestar atkvøður á javnaðarlistanum, skuldi vera borgarstjóri, og Marin Gaardlykke úr Sambandsflokkinum skuldi vera varaborgarstjóri.

Nývalda býráðið er kallað saman til fundar í morgin at skipa seg, men nú er ordiliga vent í holuni í býráðnum.

Tey, sum umboða Javnaðarflokkin í býráðnum, eru Levi Mørk, Bjarni Johansen, sum er borgmeistari, og Rakul Nolsøe í Lágabø.

Levi Mørk sigur, at nú vísir tað seg, at verandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vil ikki skriva undir avtaluna ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Eisini annar býráðslimurin fyri Sambandsflokkin, Erhard Joensen, váttar, at Bjarni Johansen ikki vil skriva undir avtaluna - men hvat so fer at henda á ætlaða fundinum í morgin, veit hann ikki.

Keldur í Vági vilja vera við, at Bjarni Johansen hevur kastað saman við Tjóðveldi fyri at halda fram sum borgarstjóri. Tjóðveldi hevur fýra býráðslimir, og saman við Bjarna Johansen, hava tey fimm býráðslimir, og sostatt meirilutan.

Levi Mørk sigur í stuttari viðmerking, at hann er ómetaliga vónsvikin og følir seg stungnan í ryggin av floksfelaganum. Hann sigur eisini, at eftir hansara tykki er hetta eitt so stórt álitisbrot, at hann umhugsar at melda seg úr Javnaðarflokkinum.

Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á Bjarna Johansen.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

Í gjár kl. 16:10

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48