Í meiri enn ein mansaldur hava føroyingar roynt at fingið sjálvstøðugan limaskap í IOC, sum skipar fyri olympisku leikunum. Men tað hevur ikki eydnast enn, tí IOC sigur, at vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land, sum er viðurkent av altjóða samfelagnum.
Men tað vakti ans herfyri, tá ið sjálvt danska fólkatingið skrivaði til IOC og heitti á tey um at geva føroyingum og grønlendinum sjálvstøðugan limaskap.
Men tað er fallið Beini Johannesen, løgmanni, fyri bróstið. Hann sigur, at spurningur um føroyskan limaskap í IOC er ikki eitt stríð, sum skal førast í Fólkatinginum, men í Føroyum.
Tí var tað rættiliga óheppið, at danska fólkatingið tók hetta stigið, sigur hann.
Hann sigur, at beinanvegin hann tók við sum løgmaður, fekk hann fund í lag um føroyskan limaskap í IOC. Tey vórðu samd um, at tað frægasta var, at arbeiðið verður samskipað á einum staði og tann leiklutin vildi ÍSF átaka sær.
Sostatt er tað ÍSF, sum samskipar arbeiðið at fáa okkum olympiska viðurkenning.
Men Beinir Johannesen vísti á, at landsstýrið stuðlar hesum arbeiðnum hjá ÍSF til fulnar, eisini við fíggjarligum stuðuli har tað krevst.
Tað eru øll í tinginum ikki samd í. Eitt sjónarmið er, at tað er landsstýrið, sum eigur at standa við endan, tí at lata ÍSF gera tað, er ein máti at frásiga sær ábyrgdina.
Og so spurdu tingfólk eisini um tað er er ÍSF sum fær skyldina, skuldi tað ikki eydnast okkum at fáa limaskap í IOC.