Ongi úrslit

Løgtingslimir eiga at fara á kanningarferð til Ukraina - ella kanska til Miðeystur

Løgtingslimir halda, at føroyskir politikarar skilja ikki støðuna
Áki Bertholdsen
8. mai kl. 11:16

Umboð fyri politisku flokkarnar á Løgtingi, eiga at fara til Ukraina á kanningarferð. Tað halda nøkur tingfólk, eisini Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi og Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin.

Løgtingið viðger eitt uppskot um at tryggja ukrainskum flóttafólkum í Føroyum betri sømdir.

Í hesum sambandi varð eisini tað sjónarmið ført fram, at Føroyar eiga at fara nógv harligari fram ímóti Putin og at slíta alt samstarv við Russland - og sostatt eisini fiskiveiðisamstarvið.

Tað er ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum, men tinglimir halda, at tað er tí at vit ikki rættiliga skilja støðuna, ukrainarar eru í.

Undanfarna landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, Sirið Stenberg, var í Ukraina, men tey halda ikki, at tað er nokk.

Tí halda bæði Jenis av Rana og Liljan Weiðe, at umboð fyri flokkarnir eiga at fara eina upplýsandi ferð til Ukraina fyri at síggja støðuna við egnum eygum og at hoyra um støðuna frá fólkinum í Ukraina. Ein annar tingmaður, Bjarni Kárason Petersen, nevndi eisini møguleikan.

Vit hava tørv á at lata eyguni upp fyri tí heimi, vit liva í so at vit ikki bara føra uttanlandspolitikk úr einum fundarhøli í Tinganesi, heldur Liljan Weihe.

Jenis av Rana heldur, at vit eiga at fara til Ukraina so at vit fáa latið eyguni upp fyri tí veruleika, tey liva og.

Hann sigur, at tora løgtingslimir ikki til Ukraina, eiga vit at fara til Miðeystur kanska, tí hann heldur, at vit eiga at fara til tey støð, vit javnan viðgera í politikki.

Hann sigur, at hann hevur eisini heitt á formannin í Uttanlandsnevndini há Løgtinginum, Jørgen Niclasen um at fáa eina slíka ferð í lag.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57