Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vil nú hava fýra mál til viðgerar í Løgtinginum - hóast nevndirnar, sum viðgera málini, ikki er liðug.
Sostatt hevur Løgtingið heldur einki álit frá nevndini at byggja á tá tey skulu atkvøða um málini, soleiðis sum vanligt er.
Hetta eru mál, sum nevndirnar, eftir tingskipanini, longu skuldu havt avgreitt, men sum tær ikki eru lidnar við. Harafturat hava nevndirnar heldur ikki biðið formansskapin í Løgtinginum um longda freist at gera málini liðugt.
Og nú hevur Steffan Klein Poulsen mist tolið við nevndunum og tí vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at avgreiða málini, hóast nevndirnar ikki eru lidnar.
Talan er um trý mál, sum liggja í Trivnaðarnevndini og eitt mál liggur í Fíggjarnevndini.
Kanska hevur løgtingsmaðurin fingið hugskotið frá tí, sum hendi mánadagin tá ið Løgtingið samtykti at avgreiða málið um at herða lógina um fría fosturtøku, hóast Rættarnevndin ikki var liðug at viðgera málið.
Rættarnevdin hevði freist til 4. novembur í síðstu viku at avgreiða málið, men tað lukkaðist hon ikki - og hon bað heldur ikki um longda freist at fáa tað avgreitt
Tað fall løgtingsmanninum rættiliga fyri bróstið at Løgtingið soleiðis tók málið úr hondunum á Rættarnevndini.
Hann segði, at nevndin var ikki langt frá at vera liðug, og hann átalaði, at Løgtingið ikki vildi bíða eitt lítið sindur afturat, so at nevndin kundi koma við eini niðurstøðu - og kanska einum broytingaruppskoti.
Men tað vildi Løgtingið ikki, men tók tað til avgreiðslu - og feldi tað.
Og nú vil Steffan Klein Poulsen so hava Løgtingið at gera tað sama við fýra løgtingsmál, sum nevndirnar ikki eru lidnar at viðgera, hóast freistin er farin.
Talan er um hesi fýra málini:
Uppskot um at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv fólk kunnu fáa í dagpeningi vegna sjúku. Tað er Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur lagt málið fram og tað er Trivnaðarnevndin, sum viðger tað - og tað skuldi hon vera liðug við 29. oktobur.
Talan er eisini um uppskotið frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um at hækkan av samdøgursfrádráttin hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, umframt at uttanlandsfrádrátturin hjá teimum skal ikki lækkast meiri. Ein partur av uppskotinum er eisini, at limagjald í fakfeløgunum skal kunna dragastfrá í skatti, umframt annað.
Málið er til viðgerasr í Fíggjarnevndini og eftir tingskipanini skuldi hon annars vera liðug við tað mánadgin.
Somuleiðis er talan um tvey uppskot frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Annað málið er uppskotið um at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv fólk kunnu eiga, og tjena fyri at fáa familjuískoyti. Tað er til viðgerðar í Trivnaðarnevndini og hon skuldi verið liðug við málið mánadagin.
Hitt málið er uppskotið um lestrarískoyti til fólk í arbeiðsbúgvingarfyriskipan, sum eisini fáa lestrarstuðul. Tað er eisini Trivnaðarnevndin, sum viðger tað uppskotið og hon hevði freist til mánadagin at gera tað liðugt.
Tingfundur verður mánadagin og tá skal Løgtingið taka støðu til um málini skulu takast úr nevndunum og viðgerast í Løgtinginum, hóast einki álit er komið frá nevndunum.
Og samtykkir Løgtingið tað, verða tey tikin til viðgerar beinanvegin mánadagin.