Ongi úrslit

Long COVID í Føroyum: Nýggj ph.d.-gransking vísir varandi sjúkueyðkenni fleiri ár eftir smittu

Meira enn ein triðingur hevði framvegis sjúkueyðkenni tvey ár eftir COVID-19. Nýggj føroysk ph.d.-gransking varpar nýtt ljós á long COVID í Føroyum.

© Granskingarráðið.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fríggjadagin vardi Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerð sína um long COVID í Føroyum. Granskingin vísir, at meira enn ein triðingur av teimum, sum vórðu smittað tíðliga í farsóttini, framvegis hevði sjúkueyðkenni tvey ár seinni.

Ritgerðin byggir á tríggjar føroyskar kanningar og lýsir, hvussu long COVID ávirkar fólk yvir longri tíð. Vanligastu sjúkueyðkennini vóru møði, høvuðpína og mistur smakkur ella luktur. Samstundis mettu flestu, at tey vóru komin fyri seg eftir tvey ár.

Sjúkueyðkenni kundu vara í fleiri ár

Ein av týdningarmestu niðurstøðunum er, at long COVID kann hava langvarandi avleiðingar. Í summum førum kundu sjúkueyðkennini vara í minst tvey ár.

Í eini kanning av fólki, sum ikki vóru komin fyri seg eitt ár eftir smittu við omikron-frábrigdinum, varð staðfest, at tey høvdu nógv fleiri sjúkueyðkenni enn fólk, sum ongantíð høvdu verið smittað. Serliga vóru møði og trupulleikar við tankavirkseminum eyðsýndir.

Granskingin vísir eisini, at kvinnur og fólk, sum høvdu nógv sjúkueyðkenni í sjálvum sjúkutíðarskeiðnum, høvdu størri sannlíkindir fyri at menna long COVID.

Eingin greiður biomarkørur funnin

Ein týðandi partur av arbeiðinum var at kanna, um biomarkørar kunnu setast í samband við long COVID. Hóast ávísar broytingar í blóðroyndum vórðu staðfestar, eydnaðist tað ikki at finna ein greiðan og álítandi biomarkør. Hetta samsvarar við úrslit úr altjóða gransking.

Metingarnevndin rósti arbeiðinum og var samd um, at ritgerðin var væl skrivað. Tí varð verjan eisini góðkend við fullari semju.

Gunnhild Helmsdal hevur verið ph.d.-lesandi í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Ritgerðin verður mett at geva týdningarmikla nýggja vitan um long COVID og tær avbjóðingar, sum framvegis raka ein part av teimum, ið hava havt COVID-19.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

12. juni kl. 08:05