Ein samanbering við altjóða tøl bendir á, at óheftar teljingar geva sterkari dátugrundarlag fyri bæði avgerðir, alivinnu og gransking.
Føroyar hava í meira enn 15 ár bygt upp eitt skipað arbeiði við at telja laksalús. Sambært Firum er júst óhefta arbeiðslagið ein av høvuðsorsøkunum til, at føroysku tølini hava høga góðsku.
Lúsateljingarnar byrjaðu í 2009, tá Fiskaaling – sum fram til 2024 hevði hetta navnið – fór undir arbeiðið.
Síðani 2016 hevur tað verið ásett í lúsakunngerðini, at Firum skal fremja tær lógarkravdu lúsateljingarnar.
Næstan 148.000 laksar taldir
Í 2025 vórðu skrásettar 687 lúsateljingar í Føroyum. Í alt vórðu 7.390 ringar kannaðir, og 147.627 laksar vórðu taldir fyri lús.
Sambært Firum verður góðskan tryggjað við miðvísari upplæring og regluligum blindteljingum, har eftirkannað verður, um teljingarnar eru rættar.
Data hava týdning langt út um alivinnuna
Fyrr í ár legði granskarin Gunnvør á Norði fram føroyskar lúsagreiningar á einari ráðstevnu í Noregi og samanbar tær við altjóða útgivin tøl.
Sambært Firum vísa úrslitini, at álítandi lúsadata eru avgerandi fyri myndugleikar, alivinnu og gransking.