Ongi úrslit

Makrelstovnurin: Havgranskarar ávara – øll tekin peika skeiva vegin

Makrelstovnurin í Norðuratlantshavi er nú undir kritiska markinum, og allar týdningarmiklar dátukeldur vísa somu gongd: stovnurin minkar.

Edmund Jacobsen
2. juni kl. 11:00

Tað staðfesta granskarar hjá Havgranskingarstovninum í Noregi í einum svari upp á eitt aktuelt kjak um makrelstovnin.

Granskararnir vísa aftur pástandum um, at makrelstovnurin er nógv størri enn mett, og at nógv meira kundi verið fiskað. 

Teir leggja dent á, at ICES í 2025 dagførdi sín metingarhátt, sum gav hægri søgulig metingar av stovninum, men ikki broytti sjálva gongdina.

Rekrutteringin er fallin

Sambært granskarunum hevur tilgongdin av nýggjum ættarliðum av makreli verið nógv veikari seinastu tíggju árini enn árini frammanundan. 

Tað er høvuðsorsøkin til afturgongdina frá 2013 til 2022. Samstundis hevur fiskitrýstið verið hægri enn tað, ICES hevur mælt til.

ICES mælir til stórar skerjingar

Gytingarstovnurin er nú undir kritiska stiginum, og trýstið frá fiskiskapi seinastu trý árini hevur verið væl omanfyri burðardygt støði. Tí mælir ICES fyri 2026 til, at veiðan verður munandi skerd, so stovnurin skjótari kann byggjast upp aftur.

Granskararnir vísa eisini á, at bæði altjóða kanningar, árligar trolkanningar og dátur frá merking av makreli vísa sama mynstur: Makrelstovnurin er á lægsta støði, sum higartil er skrásett í hesum kanningunum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57