Tað er greitt, eftir at ES og fleiri onnur NEAFC-lond (North-East Atlantic Fisheries Commission, red) hava samtykt nýggj tiltøk móti russiskari makrelveiðu.
Tiltøkini koma, eftir at Russland einvíst hevur hækkað sína makrelkvotu upp í 22,5 prosent av loyvdu heildarveiðuni. Tað svarar til 67.548 tons og er nærum fimm ferðir so nógv sum russiski luturin í 2004.
ES sigur í einum tíðindaskrivi, at makrelstovnurin í Landnyrðingsatlantshavi er í álvarsligari støðu, tí veiðutrýstið í fleiri ár hevur verið ov stórt.
Russland mótmælir
Tiltøkini eru samtykt í NEAFC eftir uppskoti frá ES. Øll limalondini uttan Russland tóku undir við uppskotinum.
NEAFC er fiskiveiðinevndin fyri Landnyrðingsatlantshav. Limirnir eru ES, Bretland, Danmark vegna Føroyar og Grønland, Noreg, Ísland og Russland.
Avgerðin merkir eisini, at NEAFC-londini ikki mugu veita russiskum fiskiskipum hjálp, um skipini fara upp um loyvda markið. Tað fevnir millum annað um umskiping og veiting av brennievni.
Tiltøkini koma í gildi í august
ES, Bretland og Ísland fara longri enn sjálv NEAFC-avgerðin. Tey fara eisini at seta avmarkingarnar í gildi í egnum sjóøki.
Hettar merkir, at russisk skip, sum hava størri nøgd av makreli umborð enn loyvda markið, sleppa tí ikki í havn í hesum londum.
Tiltøkini verða væntandi sett í gildi 28. august 2026, hóast Russland hevur mótmælt. ES fyrireikar nú at gera nýggju reglugerðirnar til part av ES-lóggávuni.
ES sigur, at tiltøkini eru eitt týdningarmikið stig, men at tey ikki eru nóg mikið. Sambært ES eru meira enn 100 russiskar umskipingar um árið í NEAFC-økinum uttan nøktandi eftirlit.