Ongi úrslit

Mál og mentan: Føroyskir skúlanæmingar á altjóða ferð

Franskt varð ikki bara lisið í bókum, men upplivað í veruleikanum, tá næmingar á Miðnámi á Kambsdali fóru á tematiska kanningarferð til Québec í Kanada.

Edmund Jacobsen
24. mai kl. 13:50

Næmingar í fronskum á Miðnámi á Kambsdali hava verið á fakligari mál- og mentanarferð í Québec saman við Honnu Jensen, lærara.

Ferðin hevði sum endamál at geva næmingunum beinleiðis royndir við fronskum máli og fransktmælta mentan í Kanada.

Fyrstu dagarnar vóru næmingarnir í Montréal, har ferðalagið vitjaði søgulig støð, mentanarlig øki og lærdi um býin, sum er størsti fransktmælti býur í Amerika.

Næmingarnir vitjaðu millum annað søgusavnið Pointe-à-Callière, vóru á Mont Royal og sóu ymiskar býarpartar við sterkum mentanarligum eyðkennum.

Frá parlamenti til universitet

Ein av høvuðshendingunum var vitjanin í parlamentinum í Québec býi. Har varð dentur lagdur á søguna um, hvussu Québec hevur arbeitt fyri at varðveita franskt mál, mentan og samleika. Allar framløgurnar vóru á fronskum.

Ferðalagið vitjaði eisini á Université Laval, sum er elsta og størsta fransktmælta universitetið í Norðuramerika. Har fingu næmingarnir innlit í lestrarlív, undirvísing og gerandisdagin á einum stórum altjóða kampusi.

Mál, mentan og søguligar upplivingar

Á ferðini varð eisini vitjað á søguligum økjum í Québec býi og seinasta dagin luttóku næmingarnir í katólskari messu í Basilique Notre Dame í Montréal. Tað gav teimum eina ítøkiliga uppliving av tí mentanarliga og trúarliga arvnum, sum hevur merkt Québec gjøgnum søguna.

Ferðin endaði við heimferð um Evropa – og sambært frásøgnini komu øll heilskapað og nøgd heim, hóast eitt lítið petti av hjartanum varð eftir í Québec.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

20 tímar síðan