Hvussu verður eitt orð brúkt, og í hvørjum tekstum kemur tað fyri? Fríggjadagin 23. oktober fáa øll eitt nýtt amboð at finna svar við, tá Málmiklagrunnurin letur upp.
Sambært Fróðskaparsetri Føroya ber til at leita í einum stórum og fjølbroyttum føroyskum tekstasavni. Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini hevur í nøkur ár savnað tekstir, reinsað tilfar og skipað dáturnar í grunninum.
Leita eftir orðum og høvundum
Brúkarar kunnu leita eftir orðum og málfrøðiligum upplýsingum, eitt nú kyni og falli. Eisini ber til at avmarka leitingina eftir útgávuári, tekstaslagi og høvunda.
Grunnurin fevnir um tekstir úr mongum keldum og tíðarskeiðum. Hann er ætlaður bæði teimum, sum arbeiða við føroyskum máli, og øðrum máláhugaðum.
Lærarar kunnu finna dømi til undirvísingina, granskarar kanna málbroytingar og skrivandi fólk fáa íblástur til orðingar.
Letur upp fríggjadagin
Málmiklagrunnurin verður tøkur á middegi fríggjadagin. Klokkan 14 sama dag verður almenn framløga í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.
Har verður greitt frá verkætlanini og víst, hvussu leitigrunnurin kann brúkast. Øll eru vælkomin.