Tað er lagt upp til eitt brak av fótbóltsdysti, tá ið Føroyar og Moldova mánadagin klokkan 15 fara at seta punktum fyri hesi Natons League kappingini.
Bæði liðini hava møguleika at vinna seg til røkk ella støkk dystir í mars. Fyri Føroyar er tað soleiðis, at tað verður neyðugt at vinna dystin fyri at røkka hesum dystunum. Um Moldova vinnur ella tað endar við javnleiki, so verður tað Moldova, sum rækkur hesum dystunum.
Hóast dysturin mánadagin verður klokkan 15, so er áhugin fyri at síggja dystin størri, enn hann plagar at vera. Ein av orsøkunum er, at FSF bjóðar ókeypis atgongumerki, sum tað tó er neyðugt at bíleggja á netinum, og so skundar tað sjálvandi undir áhugan, at talan nú verður um finalu.
Nú eru tað heilt fá atgongumerki eftir, verður upplýst í Fótbóltssambandinum.
-Í kvøld eru tað bara 200 atgongumerki eftir, so tað ræður um at skunda sær, um ætlanin er at vera eygnavitni mándagin, sigur Brynhild Absalonsen, sum er marknaðar- og samskiftisleiðari hjá Fótbóltssambandinum.
Tað hevur verið tutlað um, at tað eru tey, sum hava tryggjað sær atgongumerki, tí tað er ókeypis, og sum kanska kortini ikki fara at møta upp. Eingin orsøk er at rokna við tí. Veðurforsøgnin sigur, at tað verður høgætt, og tað er heilt gott fótbóltsveður í Gundadali og á Tórsvølli.
Undan dystinum fer SKANSIN agt skipa fyri barnavinarligum upphitingartiltaki á Tórsvølli. Dyrnar lata upp klokkan 13, og inngongdin verður við Gundadalsvegin. Á skránni verður millum annað DJ, andlitsmáling og okkurt at drekka og til matna, og tað verður alt ókeypis.