Ongi úrslit

Marita fer nú at spæla við NFH

Føroyski landsliðsspælarin Marita Mortensen fer nú at spæla við NFH, sum hevur heimavøll í Nykøbing Falster

Jonhard Hammer
1. mai kl. 18:26

Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti Marita Mortensen fer nú at spæla við Nykøbing Falster Håndboldklub, NFH, sum spælir í bestu donsku deildini, og sum eigur heimavøll í Spar Nord BOXEN í Nykøbing Falster.

25 ára gamla Marita spældi við H71, áðrenn hon flutti til Danmarkar at lesa og fór at spæla við HØJ Elite í bestu donsku deildini.

NFH er frammarlaga í DM endaspælinum.

-Tað var lætt fyri meg at taka av tilboðnum at spæla við NFH. Felagið hevur góðar venjarar og spælarar og karmarnir við eldhugaðum áskoðarum eri eg spent at uppliva, sigur Maria Mortensen í tíðindaskrivi frá felagnum.

Marita Mortensen hevur spælt 33 landsdystir fyri Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

23 tímar síðan

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57