Ongi úrslit

Marin Kristina hevur lokið prógv sum kommunulækni

Í løtuni eru 16 læknar undir útbúgving til kommunulækna

Landssjúkrahúsið
1 tími síðan

Marin Kristina í Dali er liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini

Marin hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.

Marin hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Joan Skibenæs, Heilsudepilin við Skálafjørðin, hjá kommunulækna Davið Guðnason, Læknamiðstøðin í Vági og nú tað seinasta árið hevur hon verið í viðtaluni hjá Dorrit Bech Joensen, kommunulækna í Læknamiðstøðini í Vági.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 16 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 30. november 2026 og tríggir læknar verða eftir ætlan lidnir í 2027.

Vit á Landssjúkrahúsinum fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Hjartaliga til lukku Marin!

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12