Ongi úrslit

MEGD 45 ár – saman um eitt samfelag fyri øll

Føðingardegurin gevur høvi at hyggja frameftir. Atkoma til bygningar, kunning, útbúgving, arbeiði og felagsskap má vera ein natúrligur partur av samfelagsmenningini.

MEGD Ása Olsen forkvinna
6 tímar síðan

Leygardagin 24. oktober eru 45 ár liðin, síðan MEGD, varð stovnað. Tað er ein søga um samanhald, áhaldni og arbeiðið fyri, at fólk, ið bera brek, kunnu liva og virka á jøvnum føti við onnur.

MEGD varð stovnað 24. oktober 1981, á sjálvum ST-degnum og sama ár, sum Sameindu tjóðir høvdu lýst altjóða ár teirra, ið bera brek.

Seks feløg tóku stig til stovningina: Deyvafelagið, Javni, Bjørg, Blindafelagið, Sclerosufelagið og Ítróttarsambandið fyri Brekað. Felagsskapurin fekk navnið Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, stytt MBF.

Við stovningini fingu feløgini ein felags pall. Hóast tørvirnir vóru ymiskir, vóru nógv áhugamál felags. Saman bar til at savna royndir, stuðla hvør øðrum og seta størri megi aftan fyri krøvini um betri umstøður.

Ein reyður tráður í søguni er arbeiðið fyri at fáa hesi sjónarmið viðurkennd í politisku skipanini.

Ása Ellefsen var fyrsta forkvinna, og síðani hava skiftandi leiðslur, starvsfólk og sjálvboðin borið arbeiðið víðari. Í dag hevur MEGD 24 limafeløg við tilsamans umleið 4.000 limum.

Ein av størstu varðunum kom 13. mai 2009, tá Løgtingið samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Undan hesum høvdu millum onnur Leila Solmunde og Anna Soffía Durhuus arbeitt miðvíst saman við politisku skipanini, fyri at fáa sáttmálan viðurkendan í Føroyum.

Sáttmálin gjørdist eitt týðandi grundarlag undir framhaldandi arbeiðinum fyri javnrætti og luttøku.

Í 2014 gjørdi MEGD fyrstu skuggafrágreiðing til ST nevndina, og má sigast, at tá niðurstøðurnar frá hoyringini komu í september 2014, gjørdi hetta, at ST-sáttmálin nú gjørdist meiri ítøkiligur, tí nú vóru nøkur konkret mál at arbeiða við.

Í 2018 fekk meginfelagið navnið MEGD. Navnið ber í sær megi og styrki og vísir á møguleikarnar hjá bæði einstaklingum og felagsskapum. Tað setur orð á eina hugsan, sum eigur at røkka út um felagið: Hvørt menniskja hevur virði, førleikar og nakað at geva felagsskapinum.

Tá felagið fylti 35 ár, varð bókin Lukka givin út, hendan bókin varð ætlað sum ein viðkomandi máti at skilja ST sáttmálan, og var undirtøkan sera góð fyri bókini.

Tá MEGD fylti 40 ár í 2021, kom bókin Vit liva og virka út við 24 persónligum søgum, einari úr hvørjum limafelagi. Snorri Brend skrivaði, og Jens Kristian Vang myndprýddi. Við persónligu frásøgnunum komu menniskjuni og teirra gerandislív fram um tøl og skipanir.

Seinnu árini hevur rættartrygdin eisini fylt nógv. Lógin um Brekumboð varð samtykt í 2024 og kom í gildi 1. januar 2025.

1. oktober 2025 varð Brekumboðið sett í verk, og stovnurin gjørdist veruleiki og hevur Føroyar fingið eitt óheft brekumboð. Hetta er ein týðandi varði í arbeiðinum fyri at verja og fremja rættindini hjá fólki, ið bera brek, og var Tóra viðKeldu sum forkvinna í MEGD við til at arbeiða fyri, at Føroyar fingu Brekumboðið.

Á 45 ára degnum er nógv at fegnast um og nógv at takka fyri. Aftanfyri felagsskapin standa fólk, sum hava brúkt tíð, orku og egnar royndir til at skapa betri kor hjá øðrum.

Samstundis gevur føðingardagurin høvi at hyggja frameftir. Atkoma til bygningar, kunning, útbúgving, arbeiði og felagsskap má vera ein natúrligur partur av samfelagsmenningini. Rættindi skulu síggjast aftur í gerandisdegnum og í møguleikanum hjá tí einstaka at ráða yvir egnum lívi.

Tað er henda uppgávan, sum bindur stovningardagin í 1981 saman við 45 ára degnum í 2026: at skapa eitt samfelag, har øll kunnu vera við, og har røddin hjá fólki, ið bera brek, verður hoyrd, tá avgerðir verða tiknar.

Dagurin verður hildin á altjóða brekdegnum í Smæruni 3. desember.

Ása Olsen, forkvinna

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

15 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

9 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

19 tímar síðan

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36