Síðst í næstu viku fer Løgtingið at avgreiða málið um at bensin og diesel skal vera mvg frítt fram til 31. juli, ella í 11 vikur.
Tað er landsstýrið, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið og nú Fíggjarnevndin hevur havt tað til viðgerðar, er tað greitt, at umboðini fyri samgonguna taka undir við málinum.
Tey staðfesta at nógv hækkaðu oljuprísirnir er ein tung fíggjarlig byrða hjá nógvum húsarhaldum og
undir samráðingunum fyri nøkrum vikum síðani um eina nýggja samgongu, var semja um, at ein lætti skuldi gevast í sambandi við hetta.
– Landsstýrið hevur kannað fleiri møguleikar og úrslitið er at tað, sum munar best, er at avtaka mvg á bensini og diesel.
Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at hendan loysnin hevur eisini tnn fyrimun, at hon krevur lítla umsiting
Fyribils verður hetta galdandi til og við 31. juli og síðani verður málið tikið upp aftur.
Mett verður, at uppskotið fer at hava við sær, at ein tangi av bensini ella diesel fer at kosta umleið 100 krónur minni enn hann annars ger nú.
Fleiri hava spurt, hví tað ikki heldur er húsarhaldsolja, sum verður mvg frí.
– Av tí at skipanin bara skal galda til 31. juli, er stórur møguleiki fyri, at nógv hava fylt tangan áðrenn lógin kemur í gildi, og sostatt fáa tey ongan ágóða av hesum, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.
– Hinvegin eiga tey flestu, sum hava hús og oljutanga, eisini bil og tað merkir, at eisini teirra húsarhald fær fær sín lut í lættanum, leggja tey afturat.
– Landskassin hevur fingið nógv meira inn í mvg higartil í ár enn somu mánaðir í fjør og bara tað at oljuprísurin er hækkaður, hevur havt við sær, at fólk hava verið noydd at rinda nógv meira mvg fyri oljuna, enn tey annars høvdu gjørt.
Og tá ið meira verður rindað fyri oljuna, er minni eftir at brúka til aðrar vørur og tænastur, og tað ger at mvg fyri tær vørurnar og tænasturnar, verður lutfalsliga minni.
At bensin og diesel nú verður mvg-frítt í eina tíð, kann hava við sær, at landskassin fer at fáa mvg-inntøkur aðrastaðni frá, um so er, at fólk fara at keypa aðrar vørur og tænastur fyri tað, sum tey annars skuldu brúkt til bensin og diesel.
Fleiri hava víst á, at ein vansi við hesum, er, at útlendingar sum keypa bensin ella diesel meðan tey eru í Føroyum, fara at fáa ein part av lættanum.
– Tað er rætt, men sambært upplýsingum sum Fíggjarnevndin hevur fingið, brúka leigubilar minni enn 10 prosent av bensin- og dieselnýtsluni í Føroyum, sigur meirilutin.
– Eisini onnur lond hava lækkað, ella strika, gjøld á bensini og diesel, so føroyingar, sum ferðast til tey londini, fáa part av lættanum har, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.
Tey siga eisini, at verður hugt longur fram í tíðina, er hetta ein áminning um, at meira ferð má setast á grøna orkuskifti, tí eingin ivi er um, at skiftandi oljuprísir fara at verða ein afturvendandi avbjóðing, sum vit mugu brynja okkum til.
Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri Tjóðveldi og Framsókn, taka ikki undir við hesum. Meiri um tað um eina løtu.