Ongi úrslit

Menna umstøðurnar hjá lokalum og vitjandi

Havnarviðurskiftini á Tvøroyri eru góð – menna kortini viðurskiftini hjá smærri bátum

Árni Gregersen
18. juli 2023 kl. 16:30

Havnarviðurskiftini í Tvøroyrar kommunu eru rættiliga góð, og bryggjukanturin gevur væl pláss til nógva virksemið, bæði á Tvøroyri og á Drelnesi. 

Men hinvegin, so verður arbeitt við at bøta um viðurskiftini til smærri bátar, bæði vitjandi stuttleikabátar og til útróðrarbátarnar, sum halda til á fjørðinum. 

Nýggjasta byggingin fer í løtuni fram á Hvítanesi, har reisigildi hevur verið á nýggju kappróðrarstøðini, sum í løtuni verður bygd, og sum eftir øllum at døma fer at flyta kappróðurin í kommununi fram á leið. 

- Har var eisini gjørdur ein dráttur til bátarnar, sum tóku lut í kappróðrinum á jóansøku, og hesin dátturin verður permanentur, sigur forkvinnan í havnarnevndini.

- Vit arbeiða eisini í løtuini við at gera eitt umhvørvi til stuttleikabátatar í innara enda á havnalagnum á Tvørábakka. Har verður gjørt eitt hugnaligt umhvørvi, umframt at vit eisini byggja hús við toilettum og vaskimøguleikum til teirra, sum koma higar at vitja við bátum, sigur Anita Vibergsdóttir, forkvinna í havnarnevndini.

Harafturat er munandi bøtt um viðurskiftini longur inni á Trongisvágsfirði, har lokalu útróðrarbátarnir halda til.

 

Nógv virksemi

Nógv virksemi er á havnalagnum á Tvøroyri, har Varðin Pelagic heldur til. Uppsjóvarskipini koma hagar at landa, men viðgjørdi uppsjóvarfiskurin skal av landinum, og hann verður mangan heintaður av farmaskipum, sum leggja at har.

Umframt tað, so fer ein partur av tí, sum kemur uppá land á Tvøroyri, við strandfaraskipunum norður eftir, og tað sama fer tað, sum Bakkafrost sendir av landinum frá alingini í Suðuroy. 

- Vit hava ongar ætlanir um at leingja bryggjukantin enn, sigur Anita Vibergsdóttir. 

- Plássið er gott sum er, so vit royna at bøta um onnur viðurskifti í løtuni og skapa eitt gott og mennandi umhvørvi fyri tey, sum trívast í bátaumhvørvinum, sigur forkvinnan í havnarnevndini í Tvøroyrar kommunu.

 

Kommunal havn

Havnirnar og bátahylarnir, sum eru í Tvøroyrar kommunu, eru beinleiðis partur av kommunala virkseminum. 

Havnin er ikki sjálvstøðugt felag, men er partur av kommunala virkseminum og av fíggjarkarminum hjá kommununi. 

Varðin Pelagic hevur skapt nógv virksemi á havnalagnum, har stóra uppsjóvarvirkið heldur til. 

Ætlanir eru um at økja um hetta virksemi, og byggisamtyktin er broytt. 

- Men enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvat skal henda, og kommunan hevur ikki givið nakað byggiloyvi enn, sigur Anita Vibergsdóttir. 

Lokalt hevur verið eitt sindur av mótstøðu um, at virkið sleppur at vaksa og økja um virksemi á bryggjuni. 

Summi hava víst á, at hetta fer at gera eitt ov stórt inntriv í býarmyndina – um Varðin Pelagic sleppur at byggja meira á staðnum, har sum virkið heldur til nú. 

- Tað liggur sjálvandi í kortunum, at støða skal takst til hendan spurningin, men ongin endalig avgerð er tikin um spurningin enn, sigur forkvinnan í havnarnevndini.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30