Ongi úrslit

Mentanargeirin í ES: 8,9 milliónir fólk vóru í arbeiði í 2025

Mentanargeirin stóð fyri 4,3 prosentum av øllum arbeiðsplássum í ES í 2025. Flestu starvsfólkini høvdu hægri útbúgving.

© Unsplash.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 11:00

Kynsbýtið innan mentanargeiran var nærum javnt. Kvinnur vóru 49,6 prosent av starvsfólkunum, meðan menn vóru 50,4 prosent. Nærum helvtin, 48,5 prosent, var millum 30 og 49 ár.

Tað skrivar Eurostat.

Útbúgvingarstøðið innan mentanargeiran í ES var í 2025 hægri enn á arbeiðsmarknaðinum sum heild. 61,9 prosent høvdu hægri útbúgving, og 31,3 prosent høvdu miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving undir hægri stigi. Bert 6,7 prosent høvdu í mesta lagi fólkaskúlaútbúgving.

Stórur munur millum londini

Í Niðurlondum var lutfalsliga størsti parturin av arbeiðsmegini í mentanargeiranum, 5,7 prosent. Síðani komu Estland við 5,3 prosentum og Malta við 5,1 prosentum.

Lægsta talið var í Rumenia, har bert 1,8 prosent arbeiddu í mentanargeiranum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

15 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00