Tølini eru at finna í ársfrágreiðingini hjá Havbúnaðarfelagnum fyri 2025.
Samanborið við 2024 vaks tøkan úr 109.000 tonsum upp í 141.000 tons. Tað er eisini hægri enn undanfarna metið frá 2021, tá framleiðslan var umleið 115.000 tons.
Útflutningsvirðið av alilaksi vaks úr 5,8 milliardum krónum upp í 6,2 milliardir krónur. Kortini vaks útflutningsnøgdin nógv meira enn virðið.
Útflutningurin øktist við 28 prosentum, meðan virðið bara vaks góð sjey prosent, tí laksaprísirnir vóru nógv lægri enn árið frammanundan.
Størri smolt geva størri framleiðslu
Ein høvuðsorsøk til framgongdina er, at alifeløgini seta størri smolt út.
Í 2025 var miðalvektin á smoltinum við útseting methøg, 508 gramm. Tað er ein greiður vøkstur frá 446 grammum í 2024. Samstundis er framleiðslutíðin á sjónum stytt niður í 12,5 mánaðir í miðal.
Havbúnaðarfelagið vísir á, at stóru íløgurnar í smoltstøðir á landi hava gjørt tað møguligt at framleiða fleiri fiskar innan fyri verandi aliøki. Nýggj aliøki í Bug, Hvalba og Sandsvági hava eisini verið við til at lyfta framleiðsluna.
Lægri prísir og vaksandi avbjóðingar
Hóast metframleiðslu er marknaðarstøðan meira óviss enn undanfarin ár.
Miðalprísurin á føroyskum laksi fall úr 62,9 krónum fyri kilo í 2024 niður í 52,1 krónu fyri kilo í 2025. Orsøkin var serliga eitt nógv størri altjóða útboð, ikki minst úr Noregi.
Samstundis ávarar Havbúnaðarfelagið um vaksandi kostnaðir, harðari skattatrýst, hægri gjøld og lívfrøðiligar avbjóðingar sum laksalús, sjúkur og kóp.
Felagið heldur, at tryggir og kappingarførir karmar eru avgerandi, um føroyska alivinnan skal varðveita sína støðu millum fremstu alivinnur í heiminum.