Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, trýsta nú í felag á fyri at herða evropeiska útlendingapolitikkin enn meira.
Í einum felags boðskapi skriva tær, at hóast tær standa langt frá hvør aðrari politiskt, eru tær samdar um, at óstýrd tilflyting til Evropa ikki kann góðtakast.
– Vit vilja ikki góðtaka óstýrda tilflyting til Evropa, skriva tær. Samstundis vísa tær á, at tær báðar hava lagt seg á odda fyri einum strammum útlendingapolitikki bæði í heimlondunum og í Evropa.
Fleiri skulu kunna vísast av landinum
Frederiksen og Meloni siga, at ólóglig tilflyting hevur havt álvarsamar avleiðingar fyri samfeløgini. Tær nevna millum annað vaksandi kriminalitet, trýst á vælferðarsamfelagið og viknandi álit millum fólk.
Tær siga eisini, at javnvágin í málinum um kriminellar útlendingar og evropeiska mannarættindasáttmálan er flutt, so fleiri útlendingar nú skulu kunna vísast av landinum.
Miðstøðir uttan fyri Evropa
Næsta stigið er sambært teimum at seta á stovn útferðarmiðstøðir í triðjalondum og finna aðrar loysnir uttan fyri Evropa.
– Tað er skylda okkara framhaldandi at finna ítøkiligar loysnir, serliga fyri tey fólkini, sum eru harðast rakt, skriva tær.
Tær leggja eisini dent á kristna mentanararvin í Evropa. Tær vænta, at fólk, sum flyta til evropeisk lond, virða evropeisk virði og tann livihátt, sum eyðkennir Evropa.