Microsoft hevur biðið um umbering eftir eitt heimsumfatandi brek, sum í nærum eitt samdøgur órógvaði arbeiðið hjá milliónum brúkarum, fyritøkum, sjúkrahúsum og almennum myndugleikum.
Brekið rakti brúkarar í minst 70 londum, har fleiri mistu atgongdina til Outlook, Teams og vitlíknistænastuna Copilot.
Hóast Microsoft fríggjakvøldið 13. november boðaði frá munandi batum, kundi felagið framvegis ikki siga, nær allar tænasturnar fóru at virka sum vanligt aftur.
Teknisk villa hjá Microsoft var orsøkin
Microsoft hevur staðfest, at brekið stavaði frá einari tekniskari villu, sum varð gjørd í sambandi við eina útbygging av netverksorkuni. Villan kom undan kavi eftir eina seinni broyting í netverkinum.
Felagið avvísir, at talan var um eitt netálop ella trupulleikar, sum vitlíki hevði elvt til.
– Vit harmast almikið um órógvið og taka okkara ábyrgd sera álvarsliga, sigur ein talsmaður fyri Microsoft sambært BBC.
Microsoft sigur, at orsøkin til brekið er rættað, men at tað tekur tíð at fáa allar tænasturnar at virka aftur.
Fríggjakvøldið arbeiddi felagið framvegis við at avgreiða upphópaðar teldupostar og javna ferðsluna í netverkinum.
Sjúkrahús, dómstólar og myndugleikar rakt
Avleiðingarnar hava verið víðfevndar.
Í Bretlandi fingu starvsfólk í heilsuverkinum trupulleikar, og fleiri rættarmál vórðu seinkað, tí dómstólar ikki fingu atgongd til neyðugar skipanir og skjøl.
Bretski ráðharrin við ábyrgd av nettrygd, Liz Lloyd, sigur tó, at ávirkanin á tænastur, sum hava beinleiðis samband við borgarar, hevur verið avmarkað.
Í Kanada vóru sjúkrahús og ferðafólk við jarnbreytini rakt. Í USA vóru almennar skrivstovur og dómstólar órógvað.
Eisini luttakarar á COP31-veðurlagsráðstevnuni í Turkalandi høvdu trupulleikar við at fáa atgongd til skjøl.
Fyritøkur mistu sambandið við kundar
Hjá nógvum fyritøkum steðgaði vanliga samskiftið nærum upp.
Suðurafrikanski vínframleiðarin Peter Pentz greiddi BBC frá, at samskiftið við útflytarar steðgaði, og at hann ikki fekk avgreitt bíleggingar til Evropa.
Flora Hamilton, stjóri í Small Business Charter, sigur, at hendingin vísir, hvussu bundnar fyritøkur eru av talgildum skipanum.
Hon vísir á, at teldupostur hevur avgerandi týdning fyri, at smærri og miðalstórar fyritøkur kunnu samskifta við kundar og veitarar.
Ávara um ov stóran bundinskap
Brekið hevur eisini reist spurningar um, hvussu álítandi talgilda undirstøðukervið er.
Chi Onwurah, forkvinna í bretsku parlamentsnevndini fyri vísindi og tøkni, sigur, at hendingin avdúkar veikleikar í talgildu skipanunum.
Hon ávarar um, at ov stórur bundinskapur av fáum tøknifyritøkum kann hótta bæði búskap, trygd og almennar tænastur.
Microsoft hevur lovað at leggja fram eina frágreiðing um hendingina, tá kanningararbeiðið er liðugt.
Kelda: BBC News