Ongi úrslit

Milliónaíløga miseydnaðist: Jan Jakobsen fer frá sum stjóri í LÍV

LÍV-samtakið og stjórin Jan Jakobsen hava gjørt fráfaringaravtalu eftir eina miseydnaða milliónaíløgu í fyritøkuna Globe Tracker ApS.

© Bústaðir.
Jan Jakobsen.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

LÍV hevur sett 84,9 milliónir krónur í Globe Tracker, meðan P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag hevur sett 89 milliónir krónur í felagið.

Tá samstarvið steðgaði, var íløgan bókað til 29,9 milliónir krónur.

Globe Tracker hevur havt fíggjarligar trupulleikar seinastu árini. Sambært LÍV hava royndirnar at styrkja marknaðarstøðuna ikki eydnast, og tøkniligar avbjóðingar hava rakt bæði søluna og álitið hjá kundunum.

Nýggjur LÍV-stjóri skal finnast

Nevndarformaðurin Árni Ellefsen sigur, at Jan Jakobsen hevur lagt eitt stórt arbeiði eftir seg tey 14 árini, hann hevur verið stjóri í LÍV.

Starvið verður nú lýst leyst alment. Jan Jakobsen heldur fram í starvinum, til nýggjur stjóri er settur.

LÍV hevur samstundis dagført íløgupolitikkin og fer ikki at gera fleiri íløgur í verkætlanir í sama íløgubólki sum Globe Tracker.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57